Sepp Blatter heldur fram sum FIFA forseti. Í fyrsta umfari av atkvøðugreiðsluni vann hann við 133 atkvøðum á 73, sum mótvalevnið, Prins Ali, úr Jordan fekk. Síðani valdi Prins Ali at leggja kongin.
Í fyrsta umfari skalt tú hava tveir triðingar av atkvøðunum, fyri at verða kunngjørdur sum vinnari. Tað náddi Sepp Blatter akkurát ikki. Við sínum 133 atkvøðum er hann sjey ov stuttur til at fáa tveir triðingar av atkvøðunum.
Av teimum 209 atkvøðunum vóru tríggjar ógyldaðar, so tað vóru 206 atkvøður. Tað mekrir, at Prins Ali, sum FSF atkvøður fyri, manglaði 60 atkvøður fyri at koppa Sepp Blatter.
Hetta tóktist sera ósannlíkt tí øðrum umfari, er bara neyðugt at hava meirilutan av atkvøðunum.
79 ára gamli Sepp Blatter hevur sitið sum FIFA forseti síðani 1998.