Tað hevur regnað óvanliga illa í suðurkoreanska høvuðsstaðnum Seoul og har á leiðini. Eftir tveimum tímum regnaði tað 300 millimetrar, og teir seinastu 24 tímarnar er avfallið farið upp um 400 millimetrar. Avleiðingin er, at partar av býnum standa undir vatni, og myndugleikarnir hava fingið boð um, at fýra fólk hava latið lív.
Í býnum Chuncheon, sum er stutt frá høvuðsstaðnum, elvdi tað nógva regnið til eitt skriðulop í morgun. Sky News sigur, at skriðan tók eitt gistingarhús av grundini, og at í minsta lagi 17 fólk doyðu, og umleið 20 fingu skaða.
Veðurmenninir siga framvegis frá nógvum regni á Seoul-leiðini.