Sentimetrar frá deyðanum

- Eg bráðsteðgaði og bakkaði so við fullum drøni, tá øll yvirtromin lyftist upp í loft og síðani kom beint ímóti mær. Eg veit ikki hvør stýrdi bilinum ta løtuna, eg ella Várharra, sigur Jonhard Petersen úr Gøtu

Gjáranáttina var nógvur vindur kring alt landið. Summastaðni var meiri ábart enn aðrastaðni, og inni í Runavíkini var vindurin av tí mesta. Tað mátti millum annað Jonhard Petersen úr Gøtu sanna.

Hann starvast hjá eftirlitisfyritøkuni Ansni, ið hevur eygað við bygningum, húsum, skipum og øðrum um næturnar.

- Eg hevði verið úti á Toftum. Vit hava avtalu um at asna eftir nøkrum línubátum har úti, og einir tveir lógu inni. Eg tryggjaði mær, at teir lógu væl, vóru forsvarliga bundnir, og at alt annað eisini var í lagi, sigur Jonhard Petersen.

Av Toftum koyrdi hann so til Runavíkar. Vindurin var tá vaksin rættiliga knappliga og var blivin so harður, at Jonhard ikki minnist slíkan vind.

- Eg havi havt koyrikort síðani 1970, og ongantíð havi eg upplivað slíkan vind í bili áður, sigur hann.

Komin inn til Runavíkar fer hann koyrandi eftir fjøruvegnum. Tá er alt í einum roki, og tá hann nærkast Mekanik og ST Beding sær hann knappliga, at øll yvirtromin á Mekanik reisist upp frá í einum og kemur beint ímóti honum.

Jonhard gjørdist sjálvandi ógvuliga kløkkur.

- Eg bráðsteðgaði og hugsaði beinanvegin, at helt eg fram at koyra, endaði eg undir yvirtromini. So eg smekkaði bilin í bakkgear og drønaði so undan, greiðir Jonhard Petersen frá.

 

Sum í Hollywood

Uttan at geva sær far um nógv annað enn at sleppa undan hesi øgiligu yvirtromini, sum tóktist at halda fram at koma ímóti honum, bakkaði Jonhard við fullari ferð.

- Ta einu løtuna sá tað út, sum var yvirtromin komin inn yvir bilin. Tað sortnaði rættiliga uttan um meg. Men so brast hon í vegin beint framman fyri bilin, sigur Jonhard Petersen.

Hann steðgaði bilinum, og tástaðni sansaði hann rættiliga eftir, hvar hann var. Men tá stóð bilurin so mitt á vegnum.

- Aftaná hugsaði eg um, hvussu løgið tað var, at bilurin skuldi standa so beinur á vegnum, tí tað var ikki tað, at eg konsentreraði meg um at bakka so beint sum gjørligt. Eg bakkaði bara og hugsaði bara um at sleppa undan hesi yvirtromini, sum bleiv við at koma ímóti mær, sigur Jonhard Petersen.

Hetta, at síggja yvirtromina knappliga bara lyftast upp av bygninginum, beint upp í loft í einum, tað var akkurát sum tað, mann plagar at síggja í Hollywood filmum um tornadoir, sum oyða alt á teirra leið. Á ein hátt púra óveruligt, heldur Jonhard.

- Eg haldi sjálvur, at tað vóru tvey ting, sum bjargaðu mær undan, at liggja undir hesi stóru yvirtromini: Tað, at eg reageraði so skjótt – og so hepni, sigur Jonhard Petersen.

 

Veit ikki hvør stýrdi

Eftir hesa rættiliga skelkandi hendingina, mátti Jonhard nýta nakrar minuttir at summa seg í. Og tað er einki at siga til, tí hendingin var sera ógvuslig.

Alt leyst, so sum isolatión og annað, feyk runt í storminum, og nógv endaði eitt nú undir viskarunum á bilinum hjá Jonhardi.

- Tá eg hevði summað meg aftur eina løtu, ringdi eg til politiið. Klokkan var tá 5.59, so eg rokni við, at hendingin fór fram áleið klokkan 5.45, sigur Jonhard Petersen.

Nógvi stormurin kom annars sum eitt skot umleið klokkan 5.45 og longu klokkan 6.15 stilnaði av aftur.

- Har komu fleiri hvirlur, og eg rokni við, at tað hevur verið ein eyka sterk, sum lyfti yvirtromina upp av Mekanik, metir Jonhard Petersen.

Tá vit tosaðu við hann seinnapartin sum hendingin fór fram um morgunin, undraðist hann framvegis á, at hann kundi bakka bilin so snórabeint eftir vegnum, tí hann konsentreraði seg ikki um at stýra, men bara at sleppa burtur frá sveimandi yvirtromini.

- Sum eg segði við konuna aftaná: Eg veit ikki, hvør stýrdi bilinum ta løtuna, eg ella Várharra, sigur Jonhard Petersen.

Hann slapp tíbetur púra snikkaleysur frá hesi skakandi hendingini – og tað gjørdi bilurin eisini. Hvørgin teirra fekk eina einastu skrammu.