Sent chimpansu til avvenjingar

Í samsvar við tað, sum er uppi í tíðini, hava djórapassararnir í einum djóragarði sent chimpansuna Zhora til avvenjingar. Hon roykir og drekkur ov nógv. Eitt sirkuslív væntast at verða orsøkin til, at chimpansan Zhora hevur lært at roykja og drekka.

Sambært Ekstra Blaðnum hevur hon, eins og nógv onnur fólk, ilt við at leggja sigarettirnar og ølið frá sær aftur.

Tí hava djórapassararnir í djóragarðinum í russiska býnum Rostov valt at senda Zhora til avvenjing.

Tað sær heldur ikki serliga pent út, at hon bummar øl og sigarettir frá gestunum í djóragarðinum.

Í roynd og veru varð Zhora tveitt út úr sirkusinum, tá tey ikki kláraðu at handfara teirri alsamt meira áloypandi atferðini hjá chimpansuni.