Sensorar skulu siga frá fiski

Norðmenn arbeiða nú við eini ætlan, har teir fara at seta sensorar á havbotnin í Barentshavinum. Hesir sensorar skulu hava eftirlit við fiskastovnunum um hesar leiðir.

Vanligt er at brúka sensorar í troli, har hesir siga frá, hvussu nógvur fiskur er í trolposanum.

Ætlanin hjá norðmonnum við hesi skipan er betur at kunna meta um fiskastovnarnar og soleiðis eisini betur kunna áseta kvotur.

Tað er felagið Sintef, ið arbeiðir við hesi skipan, sum ætlandi kann takast í nýtslu um eini tvey ár.