Sensatiónin lúrdi og so endaði tað við fusara

Beinanvegin eftir steðgin økti Eysturríki um leiðsluna, og so var tað greitt, at hetta fór ikki at vera kvøldið, tá ið Føroyar tóku av møguleikanum at syrgja fyri sensatiónini

Síðsta bríksl hevur verið á Tórsvølli, og máltalvan vísir 0-2. Seinna málið varð skorað beinanvegin eftir steðgin, og so var kenslan, at ballið var buðið, hóast føroyingarnir á ongan hátt vóru spældir av vøllinum.

 

-Eg iðri meg um, at teir skoraðu júst tey málini, sum teir gjørdu. Í fyrra hálvleiki var liðið ikki í javnvágini, sum tað átti at verið, og seinna málið var kiksað, tá ið roynt varð at sparka bóltin burtur, staðfestir landsliðsvenjarin Håkan Ericson í samrøðu við FM1. Hann rósar nýggju monnunum, René S. Joensen og Ára Mohr Jónsson, og hann sigur, at hann roknar við, at Sølvi Vatnhamar verður tøkur týskvøldið, tá ið Skotland verður gestur á Tórsvølli.

 

Føroyingar kendu ikki sína vitjunartíð í fyrra hálvleiki, tá ið marginalirnir ikki vóru við. Jóan Símun Edmundsson og René S. Joensen vóru í góðum støðum, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið. Miðskeiðis í seinna hálvleiki vóru tríggjar skiftingar gjørdu. Hannes Agnarsson var fyri fyrstu ferð á landsliðnum, og hann var um reppið at skapa góðan møguleika.

 

Í seinna hálvleiki var leikferðin hjá eysturríkarunum hægri, enn hon var í fyrra hálvleiki, og tá var tað torførari hjá føroyingunum, sum oftast runnu aftaná.

 

-Vit eru vónbrotnir, tí støðurnar, sum bóru mál við sær, eiga ikki at koma fyri. Um vit ætla okkum meiri, so mugu hasar støðurnar ruddast burtur, og so mugu vit vinna úrtøku úr møguleikunum, sum vit vunnu okkum í kvøld, sigur liðformaðurin Hallur Hansson.

 

-Tað er einki ivast í, at talan hevði verið um heilt øðrvísi dyst, um vit høvdu skorað í fyrra hálvleiki. So høvdu vit verið tættir í verjuni, og teir høvdu verið noyddir at vera meiri álopshugaðir. Nú hava vit fleiri ferðir verið tætt við, uttan at tað er eydnast at vinna úrtøku. Nú mugu vit vóna, at tað verður næstu ferð, sigur Hallur Hansson.

 

https://in.fo/myndasoevn/myndasavn-forsida?

 

 

 

Føroyar – Eysturríki 0-2 (0-1)

 

0-1: Konrad Lainer 26.

 

0-2: Marcel Sabitzer 48.

 

Føroyar: Teitur Matras Gestsson – Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø (Klæmint A. Olsen, 68.), Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen (Hannes Agnarsson, 68.) – René S. Joensen (Jóannes Bjartalíð, 68.), Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Hallur Hansson, Ári Mohr Jónsson – Jóan Símun Edmundsson (John Frederiksen, 86.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Gunnar Nielsen, Mattias Heðinsson Lamhauge, Heini Vatnsdal, Hørður H. Askham, Jóannes K. Danielsen, Tróndur Jensen, Petur Knudsen

 

Gult kort: Odmar Færø, René Shaki Joensen, Viljormur Davidsen

 

Venjari: Håkan Ericson

 

Hjálparvenjari: Eli Hentze