Nú bjóðar Rex til eitt tiltak við heitinum Sensation White. Hetta er eitt ógvuliga kent hugtak, og er eitt afturvendandi tiltak í fleiri londum kring okkum.
Hetta er eitt kvøld, har allir luttakarar lata seg í hvítt.
Rex upplýsir, at atgongumerki verða burturlutað hetta kvøldið til Sensation White í Keypmannahavn 29. Oktobur. Vinningurin er ferð við Atlantic Airways og atgongumerki til Sensation White.
Tað er eitt krav, at allir gestirnir hetta kvøldið lata seg í hvítt. Tiltakið verður 23. september.
Les meira á Facebooksíðuni:










