Sensatión á Skála

Fullkomuliga óvæntað vann annasr stigaleysa Tjaldur útidystin móti oddaliðnum, StÍF, og settu teir sostatt ein tjúkka striku undir, at kappingin í ár er opnari enn nakran tíð áður

Manshondbóltur

Í leygardagsútgávu okkara skrivaðu vit, at hóast tað júst var á Skála, at Tjaldur í fjør fekk vent skeivu gongdini, so var ein endurtøka av hesum ikki beinleiðis væntandi. Hvussu var og ikki, so løgdu runavíkingar vertin á hetta, tá teir ferðaðust tvørtur um fjørðin sunnudagin.
Tjaldur vann nevnliga dystin við einum máli, og skaptu harvið størstu hondbóltssensatiónina higartil á árinum.

Fingu ikki tak á
Í slíkum dystum er størsti vandin hjá einum oddaliði helst, at teir kunnu undirmeta mótstøðuna, og ikki minst er hetta galdandi, tá talan er um lokaluppgerðir.
Av Skála verður eisini sagt, at hetta kanska partvíst var orsøkin til vánaliga úrslitið.
- Tað var snøgt sagt einki, sum riggaði, sum tað skuldi, hjá okkum. Vit skutu alt ov fá mál í mun til tað, sum møguleikarniar vóru til, og so vóru vit ikki nóg sterkir í verjuni, heldur liðskiparin hjá StÍF, Jón Rasmussen.
- Sjálvandi skal eg ikki taka nakað frá Tjaldrinum, tí teir spældu so sanniliga fyri sínum møguleika. Málverjin stóð ein góðan dyst, men tað sum gav okkum størstu trupulleikarnar mundi helst vera Jens Martin Knudsen. Hann gjørdi snøgt sagt tað, sum honum lysti, og fært tú ikki fatur á einum slíkum leikara, so kann tað ganga galið, heldur Jón, áðrenn hann leggur afturat, at um hetta verður lagið mikukvøldið móti VÍF, so verður talan um sorl.

Í evstu løtu
Og at runavíkingar veruliga stríddust fyri sínum møguleika, er einki at ivast í. Allan dystin hildu teir eitt fast tak á strandingunum, sum hóast teir royndu, ongna tíð megnaðu at skræða seg leysar frá mótstøðuni. Tvørtur ímóti gjørdist tað í seinna hálvleiki, at strandingar royndu at vinna seg innaftur á runavíkingarnar, sum tó alla tíðina megnaðu at svara aftur.
Í seinasta minuttinum tóktist tað tó, sum um heimaliðið kortini skuldi fáa ein javnleik burtur úr royndunum, tá Alexandur Johansen skeyt teir upp á javnt, men í evstu løtu eynaðist Tórhalli Thomsen við hansara einasta máli í dystinum at skjóta sigurin og stigini tvørtur um kommunala fjørðin.
Hóast sigurin, so er Tjaldur framvegis niðasta liðið í deildini. Men tað skerst ikki burtur, at hetta er nakað, sum fløvar um vónirnar fyri eini endurtøku av árinum í fjør, har liðið sum frá leið stríddi seg alt meira upp eftir stigatalvuni. Mikudagin skulu teir á heimavølli royna seg móti Kyndli, og spyrst eitt líkinda úrslit burtur úr teirri uppgerðini, so er lítið at ivast í, at hondbóltsfepurin av álvara fer at tendra í Runavíkini.
Strandingar skulu tá til Vestmanna at spæla toppdyst, og sum vera man, so var hetta ikki nakað serligt útgangsstøði at vinna sær undan teirri ferðini. Hinvegin kann hetta eisini viðvirka til at seta leikararnar eyka upp til ta uppgávuna, og tað er so avgjørt nakað, sum liðið hevur tørv á, skal tað vera hugsingur um at gera nakað sum helst við vælsmurdu VÍF-maskinuna.

Dysturin í tølum
StÍF-Tjaldu r24-25 (14-15)
Málskjúttar:
StÍF: Sveinur Justinussen 6(2), Alexandur Johanen 4(1), André F. Danielsen 4, Costin Dumitrescu 3, Kristjan Petursson 2, Artur Johansen 2, Bent Djurhuus 1, Jón Rasmussen 1, Janus Trúgvason 1
Tjaldur: Dragisa Stojovic 10, Jens Martin Knudsen 4, Áki L. Haansen 3, Zoran Sarcevic 2(1), Arnfinn Langgaard 2, Uni Højgaard 2, Sverri Justinussen 1, Tórhallur Thomsen 1
Brotskøst: StÍF 6, Tjaldur 3
Útvísingar: StÍF 4, Tjaldur 1
Dómarar úr Neistanum: Sámal Hansen & Kristian Johansen.