Sensatión: Hava funnið víkingaskip

Skipið er funnið tætt við næst størsta gravheyggin í Norðurlondum, róptur Jellhaugen.

Fornfrøðingar hava funnið eitt sera sjáldsamt skip, sum hevur sín uppruna í víkingatíðini. Skipið er funnið í Halden, sum er í landsynningspartinum av Noregi, tætt við markið til Svøríki.

 

Eitt langskip, sum skipið verður rópt, er eitt langt herskip – ella søguligt skip - sum norðbúgvar brúktu í víkingaøldini.

 

Skipið varð funnið tætt við næst størsta gravheyggin í Norðurlondum, róptur Jellhaugen, og serfrøðingar á økinum meta dýrgripin at vera eina heimssensatión.

 

- Hetta er ein fantastiskur dagur hjá okkum. Vit hava longu tríggjar slíkar dýrgripir her á landi, so hetta er stórt, sigur Knut Paasche, deildarleiðari á norska stovninum fyri mentanargripir (NIKF), við norska TV2.

 

Tað var júst eitt lið av fornfrøðingum hjá NIKF, sum funnu langskipið. Við serstakari radartøkni hava tey skannað jørðløgini og hava funnið spor av skipinum í ovasta jarðlagnum.

 

Víkingaskipið er 20 metrar langt, og niðasti partur er væl varðveittur, siga NIKF í tíðindaskrivi. Lagt verður aftrat, at kjølurin á skipinum og timbrið í botninum eisini er sjónligur í skanningini.