Sensatión í Gundadali!

B71 hevur í kvøld syrgt fyri úrslitið, sum tey allar fægstu mundu rokna við sum møguleika. Sandoyingar hava í góðveðrinum í Gundadali vunnið 2-1 ímóti HB!!

HB royndi og royndi, og ofta áður hevur tað í síðstu løtu eydnast at fáa mál, men soleiðis gekk tað ikki í kvøld.

Sandoyingar vístu framúr hugburð, og síðstu løtuna lá størri B71 leiðsla eins nógv í luftini sum at HB skuldi javna.

Símin Hansen skoraði rimmar mál fyri B71 dygst undan hálvleikinum. Eftir ein tíma javnaði Fróði Benjaminsen við brotssparki, og so lá tað í luftini, at tað skuldi taka seg soleiðis upp, sum tað so ofta fyrr í ár hevur gjørt, tá ið HB hevur verið annað liðið.

Sandoyingar vildu tað kortini øðrvísi. Mads Hentze skoraði til 2-1 fyri B71, og tað eydnaðist sandoyingum við framúr stuðli frá áskoðarunum í bygdaskýlinum at halda tørn.

Úrslitið ber við sær, at B71 er seks stig frá teimum báðum niðastu, og at HB er fýra stig aftanfyri oddaliðið NSÍ!

 

HB-B71 1-2 (0-1)

0-1: Símin Hansen 45.

1-1: Fróði Benjaminsen br 59.

1-2: Mads Hentze 76.

Dómari: Eiler Rasmussen

HB: Tórður Thomsen ? Kristin R. Mouritsen (Milan Kuljic, 74.), Þórður S. Hreiðarsson, Rógvi Holm, Hendrik Rubeksen ? Levi Hanssen, Vagnur Mohr Mortensen (Rókur av Fløtum Jespersen, 79.), Fróði Benjaminsen - Rógvi Poulsen, Andrew av Fløtum, Símun Samuelsen

Gult kort: Fróði Benjaminsen, Andrew av Fløtum, Hendrik Rubeksen,

B71: Predrag Markovic ? Danilo Kovacevic, Jóhannes Jensen, Anders Rasmussen, Frits Eið ? Bogi Hermansen (Mads Hentze, 63.),Marko Stanic, Mikkjal Hentze, Ebbe Kristin Thomsen (Thomas Hans Rubeksen, 68.) - Høgni Midjord, Símin Hansen

Gult kort: Marko Stanic, Danilo Kovacevic, Símin Hansen

 

-------

 

90 min.

1-2

Vanliga leiktíðin er farin. Dómarin hevur lagt fimm minuttir aftrat! Miðverjin Þórður S. Hreiðarsson er fluttur fram í álopið.

 

85 min.

1-2

Gongdin er tann sama, sum hon leingi hevur verið. Sandoyingar stríðast fyri lívinum. Teir eru troyttir, men hugburðurin ber langt, tá ið støðan er tann, sum hon er!!

 

----------

 

80 min.

1-2: Mads Hentze 77.

Sandoyingar hava aftur lagt seg á odda. Talan var um skjótt mótálop. Spælt var fram til Símin Hansen, sum varð feldur í brotsteiginum. Dómarin tagdi fyri at síggja, hvussu støðan tók seg upp. Bólturin fór út í høgra borð, og innskifti Mads Hentze stýrdi innlegginum í málið!!

 

Rókur av Fløtum Jespersen er komin inn á HB liðið í staðin fyri Vagnur Mohr Mortensen.

 

----------

 

75 min.

1-1

Gongdin er tann sama. HB søkir nógv at B71 málinum, men sandoyinger eru sera vandamiklir í mótálopum.

Milan Kuljic er komin á vøllin í staðin fyri Kristin R. Mouritsen hjá HB. Levi Hanssen er farin aftur á vongverjan í høgru, og Milan er settur inn á miðvøllin.

 

 

70 min.

1-1

HBarnir eru títtir í B71 brotsteiginum. Besta møguleikan fekk Fróði Benjaminsen eftir eitt tvey samanspæl við Andrew av Fløtum, men Predrag Markovic hálvbjargaði til horna.

Løtu seinni var Símun Samuelsen leysur, men B71 málverjin bjargaði til horna.

Framrættaðu B71 spælararnir megna nógv einsamallir, og tí er spenningur alla tíðina.

 

B71 hevur skift út. Inn er komin Thomas Hans Rubeksen.

 

----------------

 

65 min.

1-1

HB liðið tykist rættuliga at hava fingið luftina aftur, eftir at sandoyingar hava verið á odda.

Tað er rómur yvir spælinum, og eftir lítlari løtu vóru møguleikar í báðum endum. Ebbe Kristin Thomsen hevði góðan møguleika frammanfyri HB málið, og lítla løtu seinni var Símun Samuelsen leysur í hinum endanum, men Predrag Markovic bjargaði.

 

Mads Hentze hevur loyst Boga Hermansen av.

 

60 min.

1-1: Fróði Benjaminsen br 60.

Vagnur Mohr Mortensen fór um koll í brotsteiginum, og Eiler Rasmussen peikaði á ellivu metra blettin.

Fróði Benjaminsen var tryggur, og so var rómur í HB skýlinum á sólsíðuni!

 

-----

 

55 min.

0-1

Sandoyingar hava verið rættuliga uppsettir hesa løtuna eftir steðgin. Men síðstu lítlu løtuna hevur heimaliðið skrúvað eitt sindur meiri frá, og teir hava hótt málið hjá Predrag Markovic við fleiri langskotum. Serliga væl upplagdur í HB uppspælinum hevur Rógvi Poulsen verið.

Í hinum endanum hevur Símin Hansen tvær ferðir verið upp á spæl, og fyri lítlari løtu breyt Høgni Midjord ígjøgnum og skeyt úr spískum í høgru, men Tórður Thomsen bjargaði til horna.

Tað er sera nógv lív í vestara skýli, har sandoyingar og so nógv onnur av bygd taka á við B71!

 

--------

Hálvleikur

0-1

Nú 1. hálvleikur er liðugur í Gundadali, har B71 vitjar HB, er støðan 1-0 til B71!

Málið skoraði Símin Hansen tveir minuttir undan steðginum við einum kanónskoti eitt sindur uttanfyri brotsteigarmarkið.

Eingin ivi er um, at HB eigur størri breidd á liðnum, men sandoyingar hava víst framúr hugburð og stríðst sum fyri lívinum.

At teir hava verið ágangandi frammarlaga á vøllinum hevur fleiri ferðir lopið fjáltur á HB verjuna.

HB hevur havt sínar møguleikar, og stutt frammanundan, at B71 skoraði, vóru bæði Fróði Benjaminsen og Levi Hanssen rættuliga tætt við.

 

HB-B71 kl. 18.30

Dómari: Eiler Rasmussen

HB: Tórður Thomsen ? Kristin R. Mouritsen, Þórður S. Hreiðarsson, Rógvi Holm, Hendrik Rubeksen ? Levi Hanssen, Vagnur Mohr Mortensen, Fróði Benjaminsen - Rógvi Poulsen, Andrew av Fløtum, Símun Samuelsen

Gult kort: Fróði Benjaminsen, Andrew av Fløtum

B71: Predrag Markovic ? Danilo Kovacevic, Jóhannes Jensen, Anders Rasmussen, Frits Eið ? Marko Stanic, Bogi Hermansen, Mikkjal Hentze, Ebbe Kristin Thomsen - Høgni Midjord, Símin Hansen

Gult kort: Símin Hansen