Eg helt, eg bleiv ikki eldri, tá eg skeitti í eldraálitið. Men byrðan lætnaði. Vit, sum eldast líka skjótt øll, hava nógv at gleða okkum til, skal eldraálitið takast í álvara. Men eg ivist tó í, um tað í fullum álvara skal takast í álvara, tá eg síggi orðavalið og gullrandaðu lyftini til okkara, sum fara frá um nøkur ár. Verða biðin um at fara frá við lágprísfráfaringaravtalu.
Tak til dømis hesa skyggjandi perluna úr eldraálitinum: “eldri skula hava møguleika til at liva í sóma og tryggleika, uttan at verða brúkt ella at vera fyri kropsligum ella sálarligum ágangi.”
Jú, men, hvat er tað ikki stórt. Uttan at verða brúkt á arbeiðsmarknaðinum til dømis.
Slík mergjað orð og lyfti krevja eina stóra álitsskuffu.
Hava vit álit á álitinum um álitið á tey gomle, mugu vit tó ansa væl eftir einum. Allur føroyskur politikkur er tvíeggjaður. Eisini eldrapolitikkurin. Vit vilja hava føroyingar heim úr Danmark. Nú tað verður so himmalskt at vera gamal í Føroyum, fara føroyskir fólkapensjónistar í Danmark at flyta til Føroya at hava tað himmalskt, áðrenn tey fara longur upp, til Himmals.
Men heim aftur til hvat? Jú, tað er júst har, sum snildin er.
Eldrapolitikkurin í Føroyum er tann, at børnini røkja foreldrini, tá tey ikki longur orka at hjálpa sær sjálvum. So fólkapensjónistarnir, sum flyta til Føroya, hava børnini við sær og abbabørn og ommubørn. Og so hokus pokus filieldrapolitikkur fara vit upp um 50.000 í Føroyum. Og allir kirkjugarðar skulu útbyggjast. Eldrapolitikkurin verður ikki broyttur, álit ella aðalorðaskifti ella ei.
Hóast vónbrot altíð er avleiðingin, er tað ikki býtt kortini at gleða seg, hava okkurt gott í væntu.
So sum at gerast eldri, nú tað skal verða so gott. Aldurdómurin er vorðin ein frídøming.
Gleðin at gleða seg er einasta gleðin í tímaglasinum.
Undantøk eru sum í øllum øðrum. Eg gleddi meg altíð at fara í Plan B í Keypmannahavn. Varð heldur ongantíð vónsvikin har. Nú er Plan B stongt fyri einum ári síðani, og tíverri er eingin planur B í danska høvuðsstaðnum.
Eg gleði meg altíð, tá eg skal av landinum, út at ferðast, hóast mær ikki dámar at flúgva.
Gleði meg til at skeinkja reyða vínið úr Kili í plastglasið har uppi. Og hvørja ferð lesa tey frálíku orðini á fløskulepanum: “Santa Rita 120 honouring 120 patriots who helped lead Chile to independence.”
Um vit áttu 120 fosturlandsvinir, sum leiddu Føroyar til sjálvstýri, áttu vit at heiðra tey við einum snapsi. Men vit eiga bara snapsin.
Nøkur eru longu farin at gleða seg til jóla. Jólini áttu at verið grivin niður, tí tey krevja so nógv mannalív hvørt ár, fólkatalið minkar meira enn vant í desember.
Og hvussu nógvar jólagávur eru gleðina at bíða eftir teimum verdar?
Dreymar eru eisini neyðugir, hóast teir verri enn so altíð ganga út. Eg hugsi um dagdreymar. Náttardreymarnir stýra sær sjálvum. Teir eru tann realabstrakti veruleikin.
Øll hava ein dreym, okkurt tey ætla sær, áðrenn tey fara hiðani.
Hoyrdi um ein vakran dreym jólaaftan.
Í prædiku sínari í Jacobi kirkjuni í Stralsund tosaði presturin um at hava ein dreym, sum eina ferð, fyrr ella seinni, gongur út.
Prestur tosaði um eina konu, sum alt lívið vildi sleppa at vera Maria moy í jólaleikinum um Jesu føðing. Tað slapp hon so...tá hon var 99 ár.
Tað var annars, sum skilst, eitt stórt frambrot og en rár hending, tá føroyska fólkakirkjan nakrar tímar eitt fríggjakvøld var í 21.øld. Hví ikki taka alla kirkjuna niður og ikki bara gáttina?