Sendu sms-boð úr tí sokna skipinum

Suðurkoreanskir fjølmiðlar almannakunngera nú sms-boð, sum skúlanæmingar, sum vóru umborð á teirri soknu ferjuni, hava sent foreldrum og øðrum.

-Eg sendi hesi boðini, um tað skuldi hent, at eg ikki síggi tykkum aftur. Mamma, eg elski teg, skrivaði næmingurin Shin Young í einum sms-boðum til mammu sína, og sum fjølmiðlar hava kunngjørt í dag.

 

Men søgan fekk ein góðan enda, tí Shin Young er millum teirra, sum sluppu livandi frá vanlukkuni. Men so heppin var tann 16 ára gamli skúlafelagin Kim Woong-Ki ikki.

 

-Kamarið hjá mær hellir 45 stig. Fartelefonin virkar ikki serliga væl, skrivaði Kim til eldra beiggja sín. Beiggin svaraði, at hjálpin var á veg, og at tað mundi far at ganga. Men Kim er millum teirra, sum leitað verður eftir, skrivar Reuters.

 

Umleið 280 fólk eru framvegis ikki komin afturíaftur eftir ferjuvanlukkuna í Suðurkorea, og flestu teirra vóru skúlanæmingar, sum skuldu til oynna Jeja saman við lærarunum.

 

Næmingarnir gingu á einum skúla í Ansan, sum er nærhendis høvuðsstaðnum Seoul, og tey fóru umborð á ferjuna í býnum Incheon.

Av teimum 475, sum vóru við ferjuni, eru 180 bjargað.