Í fjør sendu tey trý sjúkrahúsini í landinum, væl færri sjúklingar til serviðgerð uttanlands enn tey gjørdu í 2017. Fremsta orsøkin til tað er, at sjúkrahúsini í Danmark hava útsett viðgerðir, tí tey eru so upptikin av koronu. Men heilsuverkið í Føroyum hevur kortini, fleiri ferðir, lagt dent á, at allar viðgerðir, sum eru bráðneyðugar, verða ikki útsettar.
Í 2019 sendu tey trý sjúkrahúsini sjúklingar uttanlands til serviðgerð 2.403 ferðir. Dentur verður lagdur á, at her er talan um sjúklingarferðir, ikki um sjúklingar, tí summir sjúklingar eru uttanlands fleiri ferðir. Men í fjør vóru 2.013 sjúklingarferðir til serviðger á útlendskum sjúkrahúsum, ella 390 færri enn í 2019.
##med2""
Talvan oman fyri vísir, hvussu nógvar ferðir, tey ymsu sjúkrahúsini hava sent s júklingar uttanlands
Í fjør sendi Landssjúkrahúsið sjúklingar uttanlands til serviðgerð 1.873 ferðir og tað eru 15 prosent færri enn í 2019, tá ið tað sendi 2.213 sjúklingar uttanlands.
Klaksvíkar Sjúkrahús sendi sendi 100 sjúklingar uttanlands í 2019 og tað eru 30 prosent færri enn í fjør, tá ið teir vóru 70 í tali.
Í fjør sendi Suðuroyar Sjúkrahús sjúklingar uttanlands 70 ferðir, og tað eru sløkk 22 prosent minni enn í 2019, tá ið 90 sjúklingar vórðu sendir av Suðuroyar Sjúkrahúsi, uttanlands.