Ein óheft frágreiðing avdúkar, at amerikanskir rúmdarmenn eru sendir út í rúmdina, hóast teir hava verið fullir. Sambært frágreiðingini er tað vanligt, at amerikanskir rúmdarmenn drekka seg fullar kvøldið fyri, at teir skulu út í rúmdina.
Tað hevur havt við sær, at í minst tveimum førum eru rúmdarmenn sendir út í rúmdina, sjálvt um teir vóru fullir, og sjálvt um læknar og aðrir rúmdarmenn ávaraðu um, at tað var vandamikið at lata teir fara avstað.
Í frágreiðingini, sum ein óheft nevnd hevur skrivað, stendur, at yvirhøvur drekka amerikanskir rúmdarmenn illa, áðrenn teir verða sendir út í rúmdina.