Sendu fallskíggjahermenn til Norðurkorea

Amerikanskir og suðurkoreanskir fallskíggjahermenn hava verið innan fyri norðurkoreanska markið og savnað ymsar upplýsingar. Tað hevur ein amerikanskur herovasti sagt í einari røðu á einari ráðstevnu í Florida nú um dagarnar.

Fleiri amerikanskir fjølmiðlar skrivaðu um røðuna í gjár. Sambært teimum greiddi herovastin Neil Tolley frá, at norðurkoreanar hava grivið fleiri túsund tunlar til hernaðarlig endamál. Hann segði, at fylgisveinar kunnu ikki avdúka tunlarnar, og tí bleiv avgjørt at senda servandar fallskíggjahermenn yvir um markið at kanna viðurskiftini.

Sambært fjølmiðlunum segði Neil Tolley, at amerikanararnir vita ikki, hvussu umfatandi tunnilskervið hjá norðurkoreanum er.