Sendistovan nýggjan eigara

Sendistovan hevur fingið nýggjan eigara og samstundis fær Nema nýggjan stjóra.

Í dag hevur Christian Nagata keypt Sendistovuna, sum var dóttirfelag hjá Nema, burtur úr samtakinum. Samstundis fer hann frá sum stjóri í Nemasamtakinum, men heldur tó fram sum stjóri á Prentmiðstøðini, sum Nema eisini eigur.

- Eg og nevndin eru samd um, at tíðin er búgvin til at lata nýggjar kreftir føra Nema víðari, sigur Christian Nagata. 

 

- Nema stendur klárt at møta einari bjartari framtíð. Samstundis fari eg at hugsavna meg um Sendistovuna sum nevndarformaður og eigari, umframt at røkja onnur álitisstørv, sum eru latin mær upp í hendi, leggur hann afturat.

 

- Eg vil takka Christiani fyri eitt gott og týdningarmikiðarbeiði at byggja upp Nema og brynja felagið til framtíðina, sigur Árni Rasmussen, nevndarformaður í Nema.

 

Sendistovan varð stovnað í 2007 og er ein av størru samskiftisfyritøkunum í Føroyum og tænir kundum við virksemi í Føroyum, Danmark og Grønlandi. Á Sendistovuni starvast 23 fólk.

 

Nema er heildarveitari innan kt, skrivstovulutir og innbúgv. Í Nema, sum hevur deildir í Tórshavn og í Klaksvík, starvast 70 fólk.

 

Christian Nagata fer úr starvi 28. februar 2015. Tá tekur Júst í Túni Vang, fíggjarleiðari í Nema, við sum fyribils settur stjóri.