SENDISTOVA
Leygarmorgunin í komandi viku fer leiguflogfar úr Føroyum til Íslands við innbodnum gestum í sambandi við, at føroyska sendistovan í Reykjavík letur upp.
Umframt hálvtannaðhundrað innbodnar íslendingar eru eisini 80 føroyingar bodnir at verða við til hátíðarhaldið. Fleiri tiltøk verða fyriskipað í hesum sambandi, og tað fyrsta verður móttøka fyri innbodnum í Býráðssalinum í Reykjavík. Hendan varar frá 15.00 til 16.30.
Hálvan tíma seinni verður opið hús í hølunum hjá Sendistovu Føroya í Austurstræti 12. Øll eru vælkomin, og sagt verður av løgmansskrivstovuni, at tey í hesum sambandi hava lýsingar í íslendsku bløðunum, so øll áhugað fáa høvið at støkka inn á gólvið.
Kvøldið endar við konsert í glassalinum í Norrønu Húsunum í Reykjavík, har Budam, Jógvan Hansen og Jensina Olsen.
Framsýningin »Nátúrligvís« verður samstundis sýnd í Norrønu Húsunum í Reykjavík.
Sagt verur av løgmansskrivstovuni, at innbodnu gestirnir sjálvir rinda fyri ferð og uppihald, sum eisini verður neyðugt, tí komið verður ikki til Føroya aftur fyrr enn sunnudagin.
Gunnvør Balle byrjar í nýggja yrki sínum sum sendikvinna Føroya í Íslandi leygardagin










