Sendistovan flytur út í Stiðjagøtu

Í morgin flytur samskiftisfyritøkan Sendistovan bústað. Seinastu árini hevur Sendistovan húsast í gamla Snikkaravirkinum í Grønlandi á horninum Jóannes Paturssonargøta/Grønlandsvegur. Men í morgin letur Sendistovan upp í gomlu hølunum hjá Formula í Stiðjagøtu.

 

Christian Nagata, sum eigur Sendistovuna, sigur, at fyritøkan nú kann  víðka um sítt virksemi. 

 

– Tað vera nógv betri umstøður fyri verkstovupartin hjá Sendistovuni at víðka um framleiðsluna av skeltum við meira. Við nýggju hølunum fær Sendistovan nærum 600 fermetrar at virka í, sigur hann.

 

Á Sendistovuni starvast út við 20 fólk, sum starvast við grafiska sniðgeving, skelting, stórprent, lýsingum og marknaðarføring, dekorering og on- og offlinesamskifti.