Tað sigur Uttanríkis- og vinnumálaráðið í svari til Løgtingsins fíggjarnevnd, sum hevur spurt í ráðnum, um ætlanin at eftirmeta verandi sendistovur? Og ætlanin er at stovnseta fleiri?
Men har er ongar slíkar ítøkiligar ætlanir í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.
– Sendistovurnar verða alsamt eftirmettar. Orsakað av álopskrígnum hjá Russlandi mótvegis Ukraina, er sendistovan í Moskva ómannað í løtuni og útlit eru ikki fyri, at virksemið verður tikið uppaftur í bræði, sigur Uttanríkis- og vinnumálaráðið í svarinum.
– Viðvíkjandi nýggjum sendistovum er at siga, at hóast møguligar nýggjar sendistovur av og á verða umrøddar, t.d. í Grønlandi ella í Noreg, so eru hesar ætlanir ikki ítøkiligar, sigur ráðið í svarinum til fíggjarnevndina hjá Løgtinginum.
Uttanríkistænasta Føroya hevur átta sendistovur uttanlands - í Brússel, Reykjavík, Tel Aviv, Beijing, Moskva (stendur tóm), London, Keypmannahavn og Washington D.C.
Í sjey støðum hevur sendifólkið diplomatiska støðu í avvarðandi vertslandi. Tað eru sendifólkini til USA, ES, Íslands, Ísraels, Kina og fjareystur, Russlands og EABS-londini, og til Stórabretlands og Írlands.
Sendistovan í Keypmannahavn hevur ikki diplomatiska støðu. Kortini er tað vorðið siðvenja, at sendifólkið í Keypmannahavn í mongum høpi verður roknað sum partur av sendifólkaliðnum, corps diplomatique, á staðnum.
Endamálið hjá sendistovum Føroya er í høvuðsheitum, eins og hjá øðrum londum, at skapa og røkja sambond í vertslandinum og miðla kunning og sambond millum heimlandið og vertslandið, til tess at fremja áhugamál Føroya, politiskt, vinnuliga, mentanarliga og á annan hátt.