SENDISTOVA

Heri Mohr
-----

Í Sosialinum nr. 34 lesa vit ”nøkur fakta um Sendistovu Føroya í London” – tikið úr facebook, sum hann, ið hetta skrivar, ikki hevur – og at ”okkara sendistova í Bretlandi er okkara fyrsta sendistova og eldri enn løgmansheitið.”
Sendistova er tað sama sum embassy á enskum og ambassade á donskum. Tað sigur orðabókin. Mær vitandi hevur tað danska ríkið bert eina ambassadu í Onglandi. Hesi ”fakta” eru so statt beinleiðis ósonn av teirri einføldu orsøk, at uttanríkismál er ikki yvirtikið málsøki. Tað er barnsligt møsn at kalla okkara umboðsstovu í London fyri ambassadu. Sandkassaspæl verður slíkt kallað á donskum. Tað er eisini ósatt, at ”Sendistova Føroya í London” er eldri enn løgmansheitið. Okkara umboðsstova í Aberdeen/London hevur 62 ár á baki, meðan løgmansheitið er fleiri hundrað ára gamalt.
Samskiftið millum Bretland og Føroyar øktist í stóran mun í 1940, tá ið Føroyar og Danmark vórðu hersettar ávikavist av bretum og týskarum. Í fíggjarlógini 1950/51 játtaði løgtingið 39.557,00 krónur til Umboð uttanlanda, og landsstýrið setti Odmar Skarðhamar sum stjóra í einari føroyskari umboðsstovu í Aberdeen. Tá hann gavst vegna aldur, setti landsstýrið Sofus Poulsen sum stjóra – eisini í Aberdeen. Fleiri ár seinri játtaði løgtingið pening til eina viðskiftastovu í Keypmannahavn, og landsstýrið setti Trygva Johansen sum stjóra. At hendan viðskiftastovan eins og umboðsstovan í Onglandi eru til stóra nyttu, er fleiri ferðir prógvað.
Okkara umboðsmaður í Skotlandi/ Onglandi hevur í 62 ár gjørt eitt gott og krevjandi arbeiði til gagns fyri okkara uttanlanda handil og ferðavinnu og at hjálpa og vegleiða føroyingum í Stórabretlandi. At so fer at verða framyvir, er sjálvsagt. Og at umboðsstovan, flutt úr Aberdeen til London, framhaldandi fer at arbeiða nær tengt at tí donsku ambassaduni, er ikki annað enn rímiligt, eins og landsstýrið sjálvandi má arbeiða nær tengt at uttanríkisráðnum í Keypmannahavn. Eyðmýkjandi trolaragølan í Russlandi hevði valla uppstaðið, um landsstýrið – í hesum føri landsstýrismaðurin við fiskimálum – avgreiddi málið professionelt um tað donsku ambassaduna í Moskva.
Sum vituligt er, krevur okkara umboðan uttanlanda neyðuga fígging, og tað er áhugavert at kanna, hvussu løgtingið hevur játtað pening til hetta almenna økið:
Frá 1950/51 til 1997, altso í 47 ár, øktist tann fyrsta játtanin, 39.557 krónur, so líðandi til 2,3 milliónir samanlagt til umboðsstovuna í Aberdeen og viðskiftastovuna í Keypmannahavn. Men so komu aðrir bollar í suppuna.
Til uttanlandamál játtaði løgtingið í 2003 11,3 milliónir, í 2004 10 milliónir, í 2005 15,2 milliónir. Og so rullaði lavinan: Í 2008 játtaði løgtingið 30,2 milliónir til eitt uttanríkismálaráð við øllum tilhoyri, í 2009 47,2 milliónir, 2010 48,3 milliónir og 2011 41,3 milliónir.
Í 6 ára skeiðnum 1993-1997 játtaði løgtingið 13 milliónir til uttanríkismál og í 6 ára skeiðnum 2003-2008 94,3 milliónir, ella ein hækking upp á meira enn 700 %. – Stik den!
Tað danska kongaríkið hevur eina sera væl útbygda og dugnaliga uttanríkistænastu – telist millum tær bestu í heiminum – við ambassadum og ambassadørum í meira enn 150 londum. Har kann landsstýrið fáa alla neyðuga ekspertisu og upplæring og hjálp við skilagóðum samstarvi, tí sum kunnugt eru vit (enn) ein partur av tí danska ríkinum.
Hetta stutta, sum her er skrivað, er eitt dømi um, hvussu virusið nationalisma kann avskepla realitetssansin og reingja sannleikan og veruleikan við álvarsligum avleiðingum. Eitt er óstýrilig, teymaleys nýtsla av skattaborgaranna peningi, tað kann løgtingið og landsstýrið steðga, verri er, at vit so líðandi gerast veruleikafjar, apatisk. Floytandi líkaglað.