IMDB má sigast at vera ein hin kendasta síðan fyri at lesa um, ummæla og fáa ummæli av sendirøðum, filmum og líknandi.
Heimasíðan hevur nú kannað, hvørjar sendirøðir teirra brúkarar hava havt størstan tokka til í 2016.
1 – Game of Thrones. Í mystiska Westeros berjast fleiri familjur um vald. Meðan menn berjast um valdið í teimum Sjey Ríkjunum, kemur ein aldargamal fíggindi undan kavi til vanda fyri tey øll.
2 – Stranger Things. Í einari lítlari bygd, har øll kenna hvønn annan, er ein røð av løgnum hendingum sum elva til, at eitt barn hvørvur. Tað viðførir konfliktir og ótta í annars friðarliga umhvørvinum. Summi bygdafólk finna fram til, at tað er okkurt yvirnatúrligt, sum gongur fyri seg. Okkurt, sum tey ikki áður hava vitað nakað um.
3 – The Walking Dead. Rick Grimes er ein fyrrverandi løgreglumaður, sum hevur verið í koma í fleiri mánaðir orsaka av, at hann varð skotin til arbeiðis. Tá hann vaknar finnur hann útav, at verðin er blivin álopin av zombium, og tað letur til, at hann er einasti livandi persónurin eftir. Eftir at hava vitjað heima við hús og sæð, at hvørki kona ella sonur vóru í húsinum, fer hann til Atlanta, har hann finnir ein lítlan bólk av fólkum, sum hava yvirlivað zombie álopið.
4 – Westworld. Hetta staðið er ikki eins og vanlig tivoli. Tað er gjørt til tey ferðandi ríku. Ein framtíðar park, sum verður ansað av robott vertum. Parkin loyvir vitjandi at útliva fantasiir gjøgnum tilgjørda tilvitsku. Eingi mørk eru fyri, hvat tú kanst fantasera um í parkini.
5 – American Horror Story. Bæði kropsligir og sálarligir ræðuleikar raka eina familju, arbeiðarar og íbúgvarar á einum psykiatrisku heimi. Eisini heksir og onnur yvirnatúrlig menniskju eru at finna í sendirøðini, sum varpar ljós á ótrúskap, sálarliga heilsu, niðurgering av menniskjum, diskrimination og avhengigheit.
6 – The Flash. Barry Allen hevur havt ein vanligt lív, men tá ið hann verður raktur av snarljósinum fellur hann í koma, og tá hann vaknar fleiri mánaðir seinni vísir tað seg, at hann hevur fingið yvirnatúrlig evni.
7 – Mr. Robot. Sendirøðin fylgir Elliot, sum um dagin arbeiðir sum teldu programørur, men um kvøldið hackar inn á allar hugsandi skipanir.
8 – Orange is the New Black. Lívið í kvinnufongslinum er ikki bara lætt. Piper Chapman er ein fitt, friðarlig genta, sum orsaka av, at hon varð drigin inn í kriminalitet, nú skal sita í fongsli í rúma tíð. Lívið í fongslinum er karmur um sendingina.
9 – Vikings. Søgan snýr seg um Ragnar Lothbrok, størstu hetjuna í sínari samtíð. Sendirøðin sigur søgnina um víkingarnar í familjuni hjá Ragnar, tá ið hann veksur til at verða kongur av Víkingunum. Søgnin sigur, at Ragnar er ein eftirkomari hjá Odin.
10 – Daredevil. Matt Murdock gjørdist blindur sum smádrongur. Heldur enn at lata tað avmarka seg, fekk hann yvirnatúrligar sansir til at uppliva heimin á ein øðrvísi og valdsmiklan hátt. Nú nýtir hann teir sansirnar til frama fyri rættvísi í samfelagnum.