Sendir aftur til Norðurkorea

Tríggir norðurkoreanar, sum komu til Japan í einum lítlum træbáti í síðstu viku, eru sendir heimaftur. Tað er gjørt eftir einum sáttmála millum tey bæð ilondini.

Japanska sjóverjan fann bátin við teimum trimum monnunum nærhendis oynni Oki seinasta fríggjadag. Menninir greiddu frá, at teir høvdu fingið maskinskaða og vóru riknir til havs, meðan teir høvdu verið á útróðri um miðjan desember.

Hóast Japan og Norðurkorea ikki hava diplomatiskt samband, eydnaðist tað londunum at semjast um, at japanar skuldu senda menninar aftur til Norðurkorea. Teir vórðu fyrst sendir til Kina, hagar norðurkoreanskir embætismenn komu eftir teimum.