Magni Arge, fyrrverandi stjóri í Atlantsflog, fer eisini at savna pening til Meðan vit bíða komandi tíggju dagarnar.
Les eisini Skulu savna pening inn til fátøk
- Eg má siga, at sendingin í Kringvarpinum herfyri um fátækradømi var sjáldsama hjartanemandi, tí hon vísti ikki eina mynd av neyð og elendigheit, men meira eina mynd av sterkum kvinnum og spentum børnum, sum royna sum frægast. Tey royna alt tað tey kunnu, men noyðast kortini at velja ymiskt frá, sum vit onnur meta sum gerandisvørur. Sendingin gav eitt ekkó í sálini hjá hvørjum føroyingi, sum hevur sæð sendingina. Og tí vil eg fegin vera við til at varpa ljós á hendan trupulleikan.
Magni Arge sigur, at hann ætlar sær at nýta tær kontaktir hann hevur, til at gera vart við átakið.
- Eg ætli mær at appelera til øll fólk, og ikki einans stórar fyritøkur, tí her kunnu vit øll gera mun. Vit hava øll her ein serstakan møguleika at vísa solidaritet, og stuðla teimum, sum veruliga tørva, sigur hann.
Les eisini Vón er fyri framman
Les eisini Mugu varpa ljós á
Les eisini Umráðandi at vit øll hava gott
Les eisini Tey sum hava nóg mikið kunnu geva øðrum
Les eisini Nú mugu onnur traðka til