TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina "Spurin", sum var send á Rás2 seinnapartin ígjár.
Í hesari sendingini vitjaði Petur Zachariassen FSF-húsið í Gundadali í Havn.
Í sendingini hoyra vit aðalskrivaran hjá FSF, Virgar Hvidbro greiða frá tí umfatandi virkseminum hjá FSF.
Sendingin "Spurin" verður send hvønn hósdag millum klokkan 14 og 15.










