»Sendingin er fíggjað við kringvarpsskatti«

Tað eru slett ikki hand­il­s­menn, sum fíggja Kring­varp­ið, hó­ast tað ljóðar so­leiðis, tá kring­varpsfólk sleiska fyri kapitalinum við at siga, hvørj­um tað er, sum »Kring­varpið sam­starvar við« fyri at senda frá svi­mji­kapping um viku­skift­ið.

Tað hoyrir jú ongastaðni heima, at kapitalurin soleiðis keypir sær tíð í al­menna kring­varp­inum. Hetta undir­grev­ur trú­virði hjá hes­­um ment­an­ar­stovni – sum longu er á einum skrá­plani.

Men tað eru jú vit hyggj­arar og lurt­arar sum við lóg og pant­i­fúta eru tvung­in til at gjalda fleiri tús­und krónur um árið í kring­varps­skatti, sum eru álitið hjá Kring­varp­i­num.

Tí eigur Kringvarpið at takka teimum, sum veruliga gjalda, fyri at tey senda. So tá KvF letur handilsmenn so­­leið­is keypa sær tíð og fáa æruna fyri, at tey í kringvarpinum gera tað arbeiða, tey fáa løn fyri – so áttu tey í ver­u­leik­anum at takkað kring­varps­gjald­ar­u­num hvørja ferð, tey senda okk­urt úr Sortudíku. Tí eigur boðskapurin at vera hesin:

»Sendingin er stuðlað av lurt­aru­num«

ella

»Sendingin er fíggjað við kringvarpsskatti«.