Sending um Hósvík og Sundalagið

Rás2 setur fokus á Hósvík og Sundalagið í dag og í morgin Millum kl. 9.05 og 12, umframt millum kl. 13 og 15 hósdagin, og fríggjadagin millum kl. 9.05 og 12 hevur Rás2 ein reportara norðuri í Sundalagnum. Reportarin kemur inn við innsløgum úr Hósvík og Sundalagnum. Nakrir gestir verða í sendingini. Kl. 11 hósmorgun verður Sofus D. Johannesen úr Gjógv gestur. Gjógv er partur av Sunda Kommunu, og er Sofus einasti gjáarmaðurin, sum situr í Sunda Kommunu. Í morgin kl. 11.30 verður ein samrøða send, sum Birgir Waag Høgnesen hevur gjørt við borgarstjóran í Sunda Kommunu, Heðin Zachariassen.