Sending á Rás2 um álvarsamar tilburðir

Skipsvanlukkur og ein álvarsom hending á Trøllanesi verða til umrøðu á Rás2 í kvøld


Í kvøld, týskvøldið,klokkan 21 Sendir Rás2 um danska farma-  og ferðamannaskipið Hans Hedtoft, ið gekk burtur við mann og mús, 29. januar 1959.

Talan er um sendingina ”Á Torginum” og tað er Evangeliska Røddin sum skipar fyri.

 

Kári Kjelnæs og Jóhan við Neyst  siga, at týski trolarin, Johannes Krüss, ið hevði tætt samskifti við Hans Hedtoft, var á veg ahjálpa, men tá ið hann næstan var komin á knattstøðuna hjá Hans Hedtoft, hoyrdu teir seinastu boðini frá honum: Vit søkka. 

 

- Føroyski trolarin, Fiskanes, var eisini har á leiðum, men skiparin, Hans Pauli í Hvannasundi hevði meira enn nokk við at bjarga egnari manning og skipi úr deyðavandanum, siga vertirnir

 

Hin 21. februar í 1967 gjørdi týski trolarin, Johannes Krüss, aftur klárt at fara til fiskiskap undir Grønlandi við sama skipara, Rudolf Starossek.

 

- Men Johannes Krüss hvarv brádliga við 22 sálum í besta aldri, uttan nakað spor á heimsins vandamiklasta farvatni. Tað hoyrdust ikki so frægt sum eitt neyðarkall og tí fæst einki svar uppá, hví skipið hvarv.

 

- Trolarin við 22 monnum umborð fekk eina ísakalda, váta grøv, møguliga í sama havøkið sum Hans Hedtoft, har átta ár frammanundan gjørdi eitt  fyrimyndarligt arbeiði í royndini at koma teimum til hjálpar.

 

- Johannes Krüss, sum so mangan var komið øðrum skipum til hjálpir, kundi ikki verða hjálpt av nøkrum, sjálvt um ein stór leiting varð sett í verk í grønlendskum farvatni.

 

Vertirnir siga, at ein partur av sendingini er um eina hending á Trøllanesi, sum hevur heitið. “Bjargaður undan omanlopið.”

 

Somuleiðis verður greitt frá hendingini, tá ið Blithsome sakk á veg heim úr Grønlandi, men manningin varð bjargað umborð á Coronet, sum var í fylgi við teimum á heimleiðini.