##med2##
FM1 vitjaði Reyni Service fyrrapartin í dag, sum hátíðarheldur, at teir í 40 ár hava verið Toyota umboð í Føroyum. Reportari var Petur Zachariassen.
Prátað var við Sámal og Eivind av Reyni um søguna, og um Toyota í dag.
Tosað var við Høgna Háberg Hansen og Róa Snorrason, sølumann og søluleiðara hjá Reyni Service. Eisini fingu vit prát við Bjarna Reynagarð, sum hevur koyrt Toyota síðani 1987.
Heðin Hansen var eisini við til eitt prát. Halleluja-Sofus kom eisini á gátt. Sofus arbeiddi hjá Reyni Service í 80´unum og hevði onkra stuttliga søgu at fortelja. Eftir hetta prátaði Petur Zachariassen við Mariann Juul Petersen, sum hevur starvast hjá Reyni Service í 34 ár.
FM1 handaði Reyni Service ein málning frá SelviZach Arts, ið Stella Zachariassen hevur málað, sum kallast "Tú alfagra land mítt" í samband við, at Reyni Service hendan mánaðin letur gávubræv til Hotel Hilton Garden Inn og túr undir Vestmannabjørgini, sum ein liður í "ferðast í egnum landi" marknaðarføringini.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina sum var á FM1 fyrrapartin.