Fjarskifti
Sendinetini hjá Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya vera umsitin av Føroya Tele sum nú. Men hetta verður kanska broytt í framtíðini. Í teirra ársfrágreiðing stendur at lesa, at sendinetið hjá hesum báðum stovnum verður boðið út.
Soljóðandi stendur skrivað:
?Sendinetini hjá ÚF og SVF verða í løtuni rikin av Føroya Tele, ið fær umleið 5. mio. kr fyri hesa uppgávuna til rakstur og íløgur. Fjarskiftiseftirlitið metir at uppgávan at reka sendinetini er av slíkum slag, ið eigur at verða boðin alment so onnur áhugaði kunnu fáa møguleika at gera seg galdandi. Í verandi støðu kann skipanin síggjast sum eitt slag av stuðli til Føroya Tele. Uppgávan at reka netini gevur ein stóran strategiskan fyrimun av tí at tey fólkini, ið verða goldin av játtanina eisini kunna brúkast til aðrar uppgávur. Landsstýrismanninum verður tilmælt at taka stig til at onnur feløg fáa høvi at bjóða uppá at reka uppgávuna heilt ella partvíst, skrivar altso Fjarskiftiseftirlitið í teirra árfrágreiðing.
Fjarskiftiseftirlitið hevur ikki sjálvt heimild til at seta hetta í verk. Hendan leiklutin hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum.