Tá seinasti gesturin fór út gjøgnum portrið á Vesterbrogade 17 sunnumorgunin, kundi troytta men glaða nærvarpsfólkið ásanna, at dreymurin um at sleppa at senda úr egnum sendihøli skjótt fór at gerast veruleiki. Fíggjarliga gjørdist hetta vikuskiftið eitt tað mest væleydnaða nakrantíð hjá Nærvarpi Okkara.
Fult hús
Tiltakið var sera væleydnað úr enda í annan. Tey av Kamarinum høvdu lokkað óvanliga nógv fólk inn í Føroyahúsið hesi bæði kvøldini, og úrslitið av hesum var sjálvandi best hugsandi fyri bæði dansibólk, áhoyrarar og Nærvarp Okkara. Fríggjakvøldið var heilt nógv fólk, og leygarkvøldið var útselt. Sjálvt um miðalaldurin á áhoyrarunum var hægri enn til nógv onnur tiltøk í Føroyahúsinum vóru ung sum eldri farin í dans við Føroya elsta dansibólki.
Skuffaðu ikki
Tey av Kamarinum skuffaðu heldur ikki, ein av teimum eldru áhoyrarunum segði at tað svingaða eins væl og í gomlum døgum. Dansigólvið var fult frá fyrsta lagið til seinasta, og í fleiri av steðgunum gekk felagssangurin væl. Tað góða lagið merkti alt vikuskiftið, eisini tá tónleikabólkurin og nærvarpsfólkið um morgunin troytt ásannaðu at kaðalin var fíggjaður og tað dyggiliga.
Kaðalarbeiði byrja
Longu mánadagin fór arbeiðið við at leggja kaðal inn í gongd, og áðrenn mánaðin er úti verður føroyska røddin á fm bandinum í Keypmannahavn at hoyra úr egnum sendihøli.
Vælvilji frá øllum luttakandi
Tiltakið hevði ikki eydnast uttan vælvilja frá øllum luttakandi. Nærvarpið ynskir tí at takka øllum sum luttóku; Føroyhúsinum sum legði hús og vælvilja til, Nærvarpsfólki sum sjálvboðið arbeiddi alt vikuskifti, áhoyrarunum sum stuðlaðu tiltakinum fíggjarliga og eina serstaka tøkk til Tey av Kamarinum sum savnaðu áhoyrarnar og góvu øllum eina hugnaliga løtu, og sum endurstovnaðu bólkin fyri á hendan hátt at stuðla Nærvarp Okkara.