Sendiharrin setir japanskar filmsdagar í Havn

Um vikuskiftið millum februar og mars verður Perlan í Tórsgøtu í Havn karmur um japanskar filmsdagar.

Hetta er sættu ferð, at japansk filmsstevna er í Havn, og tað er japanska sendistovan í Keypmannahavn, ið skipar fyri at sýna fram nakað av tí besta, sum japansk filmslist hevur at bjóða uppá.

Japanski sendiharrin í Danmark, Miyagawa Manabu, er við í japanska ferðaliðnum, sum kemur til Føroyar, og fer hann eisini at seta filmsstevnuna.

– Á japansku sendistovuni vóna tey, at filmsfestivalurin er við at skapa forvitni og áhuga fyri Japan og japanskari mentan millum føroyingar, siga føroysku fyriskipararnir.

Tríggir filmar eru á skrá hvønn dag, og filmarnir - sum eru frá álvarsamum filmum, til skemti- og teknifilmar - eru til allar aldursbólkar.

Møguleiki verður eisini fyri at hitta japanska sendimannin, siga fyriskipararnir.