Sendiharravitjan
Hetta man vera fyrstu ferð, at ein sendiharri úr einum so týðandi oljulandi vitjar klettarnar úti í Atlantshavi, og tí kann man bara gita, um slík vitjan hevur nakað við tær fyrireikingars, sum eru í Føroyum til oljuvinnu, at gera. Saudi Arabia er heimsins størstu oljuframleiðari og harvið eisini eitt av høvuðslondunum í OPEC, felagsskapinum hjá fleiri oljuframleiðandi londum.
Sendiharrin skal hitta løgmann og aðrar landsstýrismenn og skal vitja ymsastaðni kring oyggjarnar skilst. Leiðin gongur so eisini niðan í Oljumálastýrið, har hann skal hitta Eyðun Elttør, landsstýrismann í oljumálum. Uppá fyrispurning um henda vitjanin hevur samband við tað oljuvirksemi, sum er við at taka seg upp í Føroyum sigur Eyðun Elttør, at tað dugir hann ikki at svara. Tað er einki óvanligt, at útlendskir sendiharrar í Danmark leggja sær leiðina henda vegin, og sum so metir oljumálaráðharrin tí vitjanina sum eina og hvørja aðra sendiharravitjan. Hann hevur ongar viðmerkingar til, um hann undir slíkari vitjan fer at taka spurningin upp um møguligt samstarv á oljuøkinum millum Føroyar og Saudi Arabia.
Eyðun Elttør heldur tað er umráðandi í øllum oljumálinum sum heild, at føroyingar hava bæði bein á jørðini og vísir til løgmansrøðuna á ólavsøku, har tað verður lagt upp til at vísa hógv í øllum oljumálinum ? og ikki selja skinnið, fyrr enn bjørnin er skotin. Vit mugu brynja okkum út við toli, og tað er so einki óvanligt, at oljan ikki verður funnin beinanvegin byrjað verður at bora.