Myndugleikarnir í Avstralia eru ørkymlaðir av, at landsins sendiharri í Fijioyggjunum hevur fingið tvær drápshóttanir teir seinastu fjúrtan dagarnar, og avstralska stjórnin hevur tí biðið myndugleikarnar í oyggjunum styrkja vaktarhaldið kring sendiharran og sendistovuna. Viðurskiftini millum Avstralia og Fijioyggjarnar hava verið heldur septn, síðani Frank Bainimarama tók valdið í oyggjunum fyri tveimum árum síðani. Hann hevur lovað at skipa fyri vali næsta ár.










