Sendiharrar í Klaksvík

Stóra ferðalagið við ikki færri enn 25 sendiharrum við makum, sum er í Føroyum hesa vikuna, var í Klaksvík týsdagin

Klaksvík:
Í toku og sirmi kom tað stóra ferðalagið við Brimli á Klaksvík. Leiðin gekk har frá út á nýggja kryvjivirkið hjá p/f Kryvjing, har tey vórðu kunnað um smolt og alivinnuna í Føroyum.
Síðani fóru tey heim í Christianskirkjuna, har Alex Sólstein greiddi teimum frá.
Frá kirkjuni gekk leiðin til býráðshúsið, har Steinbjørn Jacobsen beyð teimum at vera hjartaliga vælkomnum til Klaksvíkar. Í sjálvari býráðshøllini sótu hesi fólk og fingu eina stutta vælkomu, har ferðaleiðarin hjá teimum, Trygvi Johansen, presenteraði nakrar stjórar í vinnu- og handilslívinum í Klaksvík.
Har vóru Jákup Sólstein, formaður í reiðarafelagnum, Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór, Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa, Hanus Heinesen, stjóri í Føroya Banka í Klaksvíkog Heini Gregersen, stjóri í partafelagnum Kryvjing. So varð bjóðað til kaffi, te og pinnamat frá Jákup Ziskason. Og ímeðan gingu fólk aftur og fram og prátaðu og spurdu um ymiskt. Serliga vísti tað seg, at tey høvdu áhuga fyri serligu plakatini, sum varð gjørd í samband við Nordvesten mentanarstevnuna, sum var hildin í Klaksvík og Fuglafirði fyrr í summar. Tá tey vóru liðug at eta, sessaðust tey aftur.
Ólavur Waag Høgnesen og greiddi frá søguni um Klaksvík. Og hann greiddi eisini frá, hvussu Klaksvík er voksin seinastu úti við 100 árini. Millum annað kom hann eisini stutt inn á Klaksvíksstríðið.
Tá frágreiðingin hjá Ólavi var liðug, gekk leiðin norður til Viðareiðis, har vitjað var heilt stutt í Viðareiðis kirkju. Enn einaferð var tað Alex Sólstein, sum greiddi frá. Síðani gekk leiðin niðan á hotel Norð, har Klaksvíkar Býráð bjóðaði døgurða.
Vitjanin hjá sendiharrunum endaði seinnapartin um trýtíðina, tá Brimil fór avstað aftur við øllum ferðalagnum.