Sendið okkum illveðursmyndir

Soleiðis, sum viðhefta mynd vísir, varð skorsteinurin á skúlanum í Hovi kvettur av og lá niður á takið.

Í Hovi gjørdi stormurin um seg fyrrapartin, og onkrir skaðar hava verið.

 

Soleiðis, sum viðhefta mynd vísir, varð skorsteinurin á skúlanum í Hovi kvettur av og lá niður á takið. 

 

Úr Hovi frættist, at onkur bátur var koppaður niðri á havnalagnum, og miðnámsskúlin var heldur ikki sloppin snikkaleysur.

 

Onkur bilur, sum stóð við miðnámsskúlan, var endaður langt niðri í bønum, og uppi á parkeringsplássinum hevði onkur bilur eisini fingið skaða.

 

Um fólk kring landið eiga myndir av illveðrinum, eru tey vælkomin at senda tær til post(at)sosialurin.fo og leggja ein tekst við.

 

Sum skilst, hava stormskaðar eisini verið aðrastaðni í Suðuroy, har skúlar eru stongdir, og el-veitingin fór eina løtu fyrrapartin.