Stutt fyri klokkan sjey í morgun fekk MRCC eitt neyðarkall frá danska farmaskipinum, Klevstrand, sum var statt einar 100 fjórðingar norður vestur úr Mykinesi. Veðrið var vánaligt og skipið hevði fingið sjógv í maskinrúmið og tey mistu streymin. Fyrst var støðan so ring, at ætlanin var at fáa manningina av skipinum, men tað batnaði og tey fingu tamarhald á støðuni, so manningin varð verandi umborð.
Veðrið var vánaligt, hann var einar 20 metrar um sekundi, vestaneftir, so tað er undanvindur. Aldan er 8-10 metrar. Nærmasta skipið hjá neyðstadda skipinum er føroyski trolarin, Brestir og hann fór til hjálpar. Annars vóru føroyska bjargingartyrlan og danska bjargingartyrlan eisini til reiðar og Brimil fór eisini út ímóti skipinum.
Brimil var frammi hjá Klevstrand nú klokkan 15.20 og samstundis var Brestir, sum hevði fylgt Klevstrand inneftir, leysgivin. Somuleiðis er tyrlan hjá Arktis Kommando leysgivin og tað sama er við tyrluni hjá Atlantsflogi. Klevstrand og Brimil verða væntandi á Fuglafirði einaferð fyrrapartin í morgin. Støðan umborð er trygg, sigur MRCC.











