Árni Vang, Tórshavn
At ein acitonfilmur er lættissoppa, tómt, uttan innihald o.s.v er ikki neyðugt hjá Hr. Simonsen at skriva eina langa svadu um, áðrenn hann fer at »ummæla«, í hesum føri, MI 3. Vit vita øll, og eru einig við Hr. Simonsen at actionfilmar ikki ríka okkum dagin ella nakað. Men tú fer sum ummælari til MI 3 og skal ummæla filmin í samband við aðrar actionfilmar av hasum slagi og ikki koma við onkrari langari svadu, hvussu vánaligir actionfilmar eru. Tín persónliga meining um eina filmsgenru kanst tú brúka eina heila blaðsíðu onkran annan dag, og vit vita, at tú hevur ikki trupulleikar at skriva lesarabrøv. Skrivi hettar av tí orsøk, at eg haldi eisini Sosialurin skal líka senda røttu filmsummælararnar niðan í Havnar Bio. Kim Simonsen t. d. til onkra films-genru, ið honum dámar og hevur eina ávísa vitan um, tí so kann hann koma við konstruktivum kritikki. At senda Kim Simonsen í Havnar Bio at ummæla actionfilmar gevur líka nógva meining sum at senda ein prædikumann at ummæla ein pornofilm. Sjálvur havi eg ikki sæð MI 3 ENN, men gleði meg tann dagin eg fari í Havnar Bio og fái totalt heiladeyðan undirholdning, við somu good guy - bad guy bardøgunum, har kvinnan (og tær eru altíð lekrar) entin er ónd, ella hevur brúk fyri hjálp frá okkara mannliga superhetju. Vónandi fer Kim ikki at seta seg niður nú og skrivar eitt laaaaaaaangt aftursvar til mín, ið eg skal brúka ein heilan seinnapart til at lesa, og bæði kvøld og nátt at analysera fyri at fáa skil á hvat hann hevur sagt. Er ikki eitt persónligt álop á teg, men konstruktivur kritikkur og einki annað. Og vónandi fer tú við somu hugsjón, altso konstruktivan kritikk og ikki persónligt álop, næstu ferð tú skal ummæla ein film. Haldi sjálvur at tú hevði kunnað givið eitt framúrskarandi ummæli til Da Vinci Code, men av orsøkum, ið vit øll kenna (og allur heimurin), so ber tað ikki til.