Rætturin í Horsens heldur fram við viðgerðini av revsimálinum móti Jan Allan Müller, fyrrverandi stjóri í Injektor Trawldoors.
Horsens Folkablad skrivar úr rættinum í dag, at hann sendi rokningar frá einum felag, sum hann átti sjálvur, til eitt annað felag, sum hann var stjóri fyri, og hann syrgdi fyri, at peningurin varð fluttur til eitt triðja ella fjórða felag, sum var hansara.
Hann er ákærdur fyri milliónasvik við at flyta pening gjøgnum eitt felag í Gibraltar, eitt í Englandi ella eitt í Føroyum yvir í sín egna lumma.
Maðurin viðgekk at hava flutt pening millum feløg, men hann vildi vera við, at einki ólógligt lá aftanfyri.
- Tað hekk saman við, at vit høvdu sakarmál um einkarrættin til trollemmarnar, sum vit framleiddu. Eg brúkti ikki peningin sjálvur, men brúkti hann millum annað til sakføraraútreiðlur í teimum sakarmálum, vit førdu um einkarrættin, segði Jan Allan Müller.
Í dag verður fyrrverandi roknskaparstjórin í fyritøkuni avhoyrdur. Hann er eisini ákærdur fyri at hava svikað.