Sendi laserljós ímóti flogfari

Onkur royndi í gjárkvøldið at órógva flogskiparan á einum flogfari, sum var á veg at seta seg á flogvøllin í Billund, við at senda laserljós ímóti flogfarinum.

Flogfarið var eitt hjá felagnum Air Baltic, og flogskiparin hevur greitt frá, at hann bleiv órógvaður av laserljósinum. Løgreglan sigur, at ljósið kom úr tí lítla býnum Sdr. Omme.

Ein talsmaður fyri løgregluna sigur, at hetta er ikki fyrstu ferð, at fólk royna at órógva flogfør við at senda laserljós ímóti flogskiparanum. Lars Hansen, sum er trygdarstjóti í Billund Lufthavn, sigur við Vejle Amts Folkeblad, at tað kann fáa sera álvarssamar avleiðingar at senda laserljós ímóti flogskiparum.

-Onkur heldur hetta kanska vera eitt spæl, men hetta kann vera sera vandamikið. Tá laserljósið kemur inn ígjøgnum rútin á flogfarinum, verður tað til eitt ógvuliga bjart ljós, og tað ger, at flogskipararnir verða blindaðir, og tað kann taka fleiri sekund, til teir síggja tólini aftur, sigur Lars Hansen.