Sendi eina tekning inn - og vann

xHavnagentan Sudarat Nioymtham teknaði snøgt sagt bara trý ævintýr inn í somu tekning. Og tað var so mikið væl gjørt, at hon vann eitt gávukort í teknikappingini um H.C. Andersen-ævintýrini.

Havn: Sudarat hevði ein trupulleika: Henni dámdi væl ævintýrini hjá H.C. Andersen.
Tað vóru tó serliga trý teirra, sum henni dámdi allarbest. Men hvussu í víðu verð skal ein fáa trý ymisk ævintýr á eina og somu tekning?
Hvussu kann ein fáa hermannin í Eldførinum við á eina einastu tekning, har tann mishátti dunnuungin eisini skal við, saman við Tummilisu?
Og hvat munnu tey í dómsnevndini fara at siga til eina slíka tekning?
Men dómsnevndin hjá Býarbókasavninum var kortini samd um, at mynd hennara var sera vøkur. So vøkur, at hon vann eina av fimm heiðurslønum í kappingini.
- Hetta hevði eg als ikki væntað, sigur 10 ára gamla Sudarat Niyomtham, sum gongur í 2. A í Hoyvíkar skúla.
Umframt lærugreinarnar føroyskt og kristni, so eru tímarnir í handarbeiði og list nakrir teirra, sum hon gleðir seg mest til hvørja viku.

Ordiliga glað
Tá tey frá Býarbókasavninum ringdu til pápan mikudagin gjørdist fyrst hann sera bilsin. Tá hann so fortaldi hetta fyri Sudarat gjørdist eisini hon sera bilsin og sera glað.
Og tað høvdu tey alla orsøk til: Sudarat hevði bara sent inn hesa einu tekningina, - og tað var júst henda eina tekningin sum gjørdist vinnari í kappingini, saman við fýra øðrum tekningum frá børnum ymsastaðni frá í Føroyum.
Tað er longu langt síðani at onkur hevði verið og avmyndað børnini, meðan tey teknaðu myndir úr ævintýrunum hjá H.C. Andersen.
Tá hevði viðkomandi lagt merki til hesa frálíku tekningina hjá Sudarat. Hon skildi seg á ein hátt burtur úr hinum tekningunum.
-Men, sigur Sudarat. Eg hevði als ikki væntað at eg fór at vinna.
-Men tá eg so fekk at vita í gjár - t.v.s. mikudag - at eg hevði vunnið, so gjørdist eg ordiliga glað.

Eisini hini
Hetta at tekna er ikki nakað nýtt hjá Sudarat. Henni hevur altíð dámað væl at tekna.
Best dámar henni at tekna slíkt sum er livandi. Tað kann t.d. vera fólk, djór, trø og blómur. Slíkt sum lív er í.
Til kappingina hjá Býarbókasavninum var tað meira bundið, hvat tey skuldu tekna. Tað skuldi vera onkur mynd úr einum av ævintýrunum hjá hesum danska skaldinum.
Sudarat helt, at tað ljóðaði spennandi, men so var bert eftir at finna eitt ævintýr og eitt motiv burtur úr hesum ævintýrinum.
Alt byrjaði í roynd og veru við at ein av lærarum teirra í 2. A - ein sum eitur Maibritt - kom við einum pappíri um kappingina.
Hon fortaldi flokkinum at nú var ein teknikapping útskrivað og at øll sum vildu, kundu senda inn tekningar til hesa.
-Eg valdi so at senda eina tekning inn. Og eg haldi, at nógv onnur í flokkinum gjørdu tað sama sum eg, sigur Sudarat.

Trý í einum
H.C. Andersen hevur jú skrivað ein hóp av ævintýrum, harav flestu teirra munnu vera kend um okkara leiðir.
Nú var Sudarat ikki so kend við øll hesi ævintýrini, men hon kendi kortini nøkur teirra rættiliga væl.Tað vóru ævintýrini Eldførið, Mishátti dunnuungin og Pinkulisa.
Spurningurin hjá henni var bara, hvat teirra hon skuldi tekna.
-Eg visti ikki hvat av teimum eg skuldi velja, so eg valdi bara at tekna øll trý í somu tekning, sigur hon.
Og sum tað sæst á tekningini, hevur hon dugað sera væl at seta øll trý saman í einu og somu tekning.
Hetta helt dómsnevndin eisini, og tí var Sudarat millum teir hepnu vinnararnar av einum gávukorti við bókum uppá 500 kr.
-Eg veit ikki enn, hvørjar bøkur eg fari at keypa. Men tað finni eg útav.

Elektronisk kelidjór
Hóast Sudarat dámar væl at tekna, so hevur hon eisini tíð til nógv annað virksemi, bæði innandura og uttandura.
Seinnapartin hósdagin var ein vinkona hennara, sum eigur Ingibjørg komin á vitjan, og sótu tær báðar og hugdu eftir teknifilmi.
Sudarat býr í húsi nr. 16, meðan Ingibjørg býr í nr. 38, so tað er stutt millum báðar vinkonurnar.
Tær plaga tó eisini at gera annað enn at hyggja eftir filmi. Viðhvørt spæla tær teldu ella tær taka súkklurnar útum og súkkla uttanfyri.
Eitt dámar teimum sera gott, og tað er at spæla við tað elektriska kelidjórið - tvs. ein elektriskan hund, sum skal passast og pleygast allan dagin.
-Hetta er ordiliga skeg, tí vit kunnu eisini fáa teir at "tosa" saman, siga Sudarat og Ingibjørg.

HB-álop
Tá tú kemur inn í heimið hjá Sudarat so sær ein beinanvegin, at onkur í húsinum er ein sannur HB-fjeppari.
Á eini bókahill hongur ein keppur og eitt turriklæð hjá felagnum, og onnur ting geva eisini eina týðiliga ábending um hvat lið, ið fólkini halda við.
Sjálv spælir Sudarat eisini við HB. Hon spælir í bólkinum 8 til 10, og er við í álopinum á liðnum. Enn hava tær tó ikki verið rættiliga í dysti.
Sudarat dámar væl at røra seg, tí tá fótbólturin ikki er á skránni, so ger hon fimleik við Havnar Fimleikarfelag.
-Men so spæli eg eisini ofta við Ingibjørg, sigur hon.