Myndugleikarnir í Sýrialandi sendu í gjárkvøldið trygdarhermenn við stríðsvognum inn í býin Zabadani, sum er tætt við libanska markið, og løtu seinni frættist frá fólki libansku megin markið, at stríðsvognarnir skutu eftir mótmælisfólki.
Eygleiðarar siga, at hetta er fyrstu ferð, at myndugleikarnir hava brúkt stríðsvognar ímóti mótmælisfólki, síðani eftirlitsmenninir hjá Arabisku Samgonguni komu til Sýrialands at kanna umstøðurnar.
Eisini í gjár vóru samanbrestir í fleiri sýriskum býum aftan á fríggjadagsbønina. Arabiska sjónvarpið al-Jazeera segði frá einum mannarættindafelagsskapi, at minst fimm fólk doyðu í samanbrestunum við trygdardeildirnar í gjár.