Tað er ikki sannlíkt, at føroyingar fara at senda skip í Miðjarðarhav at hjálpa til at bjarga flóttafólkum í ár.
Tað staðfestir Poul Michelsen, Poul Michelsen landsstýrismaður Uttanríkismálum.
Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, hevur spurt hann, hvat er komið burtur úr arbeiðnum hjá landsstýrinum at hjálpa teimum flóttafólkum, sum dagliga drukna í Miðjarðarhavi, og Miðflokkurin hevur áður lagt uppskot fyri Løgtingið um, at føroyingar skulu senda skip í Miðjarðarhav at hjálpa til at bjarga flóttafólkum.
Tað varð ikki samtykt, men tá varð upplýst at landsstýrið kannar, hvussu føroyingar best kunnu hjálpa flóttafólkum.
Les meiri her: Hetta er syrgiligt og óvirðiligt
Poul Michelsen viðurkennur vanlukkuligu støðuna, og hann hevði viljað vit kundu hjálpt til, soleiðis at mannalív kundu verið bjargað.
- Hetta er kortini lættari sagt enn gjørt, tí tað reisir eina røð av grundleggjandi spurningum, sum støða má takast til frammanundan. Tað krevur eisini eitt stórt fyrireikingararbeiði, áðrenn endalig støða kann verða tikin.
- Tað er tí ikki sannlíkt, at hetta verður gjørt í ár, sigur Poul Michelsen.
Hinvegin hevur hann eg gjørt av, at í ár verður øll tann føroyska játtanin til neyðhjálp latin flóttafólkum úr Sýria.
Fyri at tryggja, at neyðhjálpin kemur í rættar hendur, fer hann at gera avtalu við Reyða Kross í Føroyum um at standa fyri neyðhjálpini, ið Føroyar lata í ár.
- Reyði Krossur er tann neyðhjálparfelagsskapurin., sum hevur bestu førleikarnar at virka í krígsherjaðum økjum. Við Reyða Krossi røkka vit tískil teimum neyðstøddu best og kunnu á henda hátt veita munadyggastu hjálpina á tryggum grundarlagi, sigur Poul Michelsen.