Kringvarp Føroya fer neyvan at senda fleiri landsdystir hjá fótbóltslandsliðnum á útivølli í hesum undanbólkinum. Tað sigur Annika Mittún Jacobsen við Rás2 í dag.
Hon ger greitt, at prísurin fyri sjónvarpsrættindini er ov høgur.
- Sum støðan er í løtuni, so verða ikki fleiri landsdystir á útivøllir sendir í sjónvarpinum. Kringvarpið gevur hyggjarunum og lurtarunum tað, sum almenna fíggingin røkkur til. Prísurin hevur ikki verið so høgur undanfarin ár, sigur hon.
Hon vísir á, at tað eru dømi um, at tilboðini verða brádliga sømilig stutt undan dystarbyrjan, og tí kann støðan broytast.
Mentamálaráðið upplýsti í gjár, at sjónvarpsrættindini fyri landsdystin millum Italia og Føroyar kostaðu gott og væl 92.000 krónur.
Sjónvarpsrættindini fyri dystin millum Estland og Føroyar kostaðu 172.000 krónur.
Seinasti útidysturin í hesi undankappingini hjá føroyska landsliðnum er í Serbia hin 6. september í 2011.