Klokkan 16.15 byrjar sendingin ?3. hálvleikur? á Rás2. Í byrjanini av sendingini fer Hilmar Jan at greiða frá úr Sørvági, har 07Vestur og HB hava verið í leikum, og har HB skal hava steypið handað.
Eirikur í Jákupsstovu er staddur í Klaksvík til dystin millum KÍ og EB/Streym.
Toppskjúttin hjá B68, Ahmed Keita kemur at vitja sendingina. Venjarin hjá B36, Mikkjal Thomassen kemur eisini á gátt, og tað gera tríggir garvaðir AB-fjepparar eisini. Jákup Mørk fer at taka saman um kappingina, og trekt verður um eina ferð fyri tvey til eina ferð til Anfield Road í Liverpool til ein heimadyst hjá Liverpool í Premier League.
Hilmar Jan Hansen fer at fylgja HB úr Sørvági og til Vaglið í Havn, har Tórshavnar Býráð fer at hava móttøku fyri HB, sum hevur vunnið sítt tjúgunda meistaraheitið. Hilmar Jan fer at hava beinleiðis frásøgn frá Vaglinum, og lurtarnir hjá Rás2 fáa eisini høvið at hoyra røðurnar og heilsanninar, sum vera bornar fram.