Komandi leygardag verður hálvárliga klædnainnsavnanin hjá Reyða Krossi. Innsavningin fer fram við FK-handlarnar kring landið og í dansistovuni í Vestmanna.
Súni Vinther, leiðari hjá Reyða Krossi í Føroyum, sigur, at tey vanliga fáa upp í tríggjar bingjur hvørja ferð tey savna klæðir inn, og hvør bingja tekur umleið 7,5 tons.
Tað merkir, at við hvørja innsavnan fær Reyði Krossur eini 20 tons, men umframt tað, lata fólk javnan klæðir inn til felagsskapin, og Súni Vinther sigur, at tey senda eini 80 tons av klæðum av landinum til at býta út til tey treingjandi.
- Klæðini verða send til ein miðdepil hjá Reyða Krossi í Horsens, og har verða tey skild og send víðari. Í løtuni verður størsti parturin sendur til Hvítarussland, sigur Súni Vinther.
Ein annar háttur er eisini at pakka teir sonevndu katastrofupakkarnar.
- Hetta eru pakkar, sum fyrst verða pakkaðir á vanligan hátt, men síðani verða teir seymaðir inn í hessian, júst sum vit plagdu at gera við saltfisk fyrr. Síðani verður innihaldið málað á hessianið, so uttan mun til hvar í heiminum hesir katastrofupakkar verða sendir vita móttakararnir beinanvegin, hvat er í pakkanum, sigur Súni Vinther.
Hesir pakkar kunnu eitt nú tveitast út í ófriðaligum økjum, og teir eru ikki tyngri enn so, at teir saktans kunnnu berast.
Hava fólk klæðir, ber altso til at lata tey inn við FK-handlarnar kring landið og í dansistovuni í Vestmanna leygardagin 30. oktober frá klokkan 10 til 14.
300.000 krónur
Reyði Krossur rekur tveir handlar í Vágsbotni í Havn. Á niðaru hæddini er bókasøla, har fólk lata bøkur inn, sum onnur so kunnu keypa aftur. Og á miðhæddini er vanligi handilin við serliga klæðum og brúks- og prýðislutum.
Vit hava vanliga nøkur tema gjøgnum árið, og vit hava júst havt leðurklæði sum tema seinastu 14 dagarnar. Nú verður temaið so heit klæðir, sum eru til árstíðina, sigur Gunvør Joensen, sum er leiðari av handlinum í miðhæddini.
Hon sigur, at tey fáa klæðir inn hvønn dag, og tey verða savnað á einari goymslu í Havnardali.
Hvønn mánadag seinnapart verða klæðini so strokin, hongd upp og prísað. Mikudag sorterað vit klæðini, og oftast verða tey løgd til síðis til ymisk tema, sum til dømis leður klæðir, mótaklæðir ella sum nú hit klæðir, sigu Gunvør Joensen.
Teir báðir handlarnir geva einar 250.000 krónur um árið, og saman við loppumarknaðinum, sum Reyði Krossur eisini hevur tvær ferðir um árið, fær felagsskapurin umleið 300.000 krónur inn um árið.
Alt arbeiði í Reyða Krossi er sjálvboðið, og tilsamans eru tey 24 fólk, ið ansa handlinum, meðan eini 16 eru aftrat at skilja klæðini og at klippa frímerki og annað arbeiði, sum felagsskapurin stendur fyri.
Nú hava vit so heit klæðir sum tema, og tað er nakað, fólk hava bíðað eftir, sigur Gunvør Joensen.









