Senda 500 pedagogar afturat í verkfall

Seinni í vikuni fara 500 pedagogar afturat í verkfall og nú eru allir stovnar raktir

Tað er ongin gongd yvirhøvur í málinum og vit síggja ongan vilja til at ganga okkum at møti.

 

Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, sigur, at tað er orsøkin til, at tey nú herða verkfallið, sum byrjaði týsmorgunin.

 

Tá fóru einir 160 leiðarar og varaleiðarar á dagstovnum og stovnum undir Almannaverkinum, í verkfall, men kommunurnar svaraðu aftur alt fyri eitt og sendi allar pedagogarnar til hús. Frá í morgin verða tað sostatt einir 1000 pedagogar, sum eru raktir av verkfallinum hjá felagnum og verkbanninum hjá kommununum.

 

Men av tí, at alt liggur stilt, hevur Pedagogfelagið nú gjørt av at herða verkfallið, og frá klokkan átta leygarmorgunin verða tað sostatt einir 500 pedagogar hjá Almannaverkinum og á sjálvsognarstovnum hjá Almannaverkinum, sum fara í verkfall afturat.

 

Jógvan Philbrow sigur, at tá verða tað sostatt allir limir í pedagogfelagnum, sum eru raktir av arbeiðssteðginum. Og tá eru tað bara nakrir fáire pedagogar, sum eru tænastumenn og sostatt ikki kunnu fara í verkfall, og nakrir stuðlar í fólkaskúlanum, sum ikki eru raktir av arbeiðssteðginum.

 

Jógvan Philbrow ásannar, at nú allir pedagogar eru raktir av arbeiðsósemjuni, hevur felagið ikki nógvar møguleikar afturat at herða verkfallið.