Fyrr í summar sendi Reyði Krossur, saman við landsstýrinum, 200.000 krónur til tey hungurs- og turkuraktu fólkini í Eysturafrika. Hesa vikuna fara 420.000 krónur avstað til sama endamál og sama stað.
Seinasta uppteljingin hjá Reyða Krossi varð gjørd hósdagin í farnu viku. Henda vísti, at higartil hava fólk givið 490.000 kr. til innsavningina hjá Reyða Krossi Føroya til frama fyri hungurs- og turkuraktu fólkunum í Eysturafrika.
Tað merkir, at higartil eru samlað innkomnar 690.000 krónur til bráðfeingishjálp til hungurs- og turkavanlukkuna í Eysturafrika frá føroyingum. Umframt tær 490.000 krónurnar frá sjálvari innsavningini á heimasíðu okkara, lat Reyði Krossur Føroya í juli 50.000 sum bráðfeingishjálp, meðan Landsstýrið lat 150.000 kr. umvegis Reyða Kross Føroya.
- Innsavningin hjá Reyða Krossi Føroya til hungurs- og turkaraktu fólkunum í Eysturafrika heldur áfram. Tørvur er á nógv meiri hjálp, og vit heita framvegis á fólk um at hjálpa, verður sagt úr Reyða Krossi.
Saman við teimum 50.000 krónunum í juli og teimum 420.000 krónunum í hesi vikuni, hevur hvør føroyingur latið slakar 10 krónur umvegis felagsskapin til tey neyðstøddu í Eysturafrika. Tað er ikki smávegis, um samanborið verður við onnur lond.