Send skarn í brævbjálva

Næstu árini fáa allir danir í aldrinum 50-74 ár møguleikan at senda skarn í postaðum brævbjálva til tess at staðfesta, um viðkomandi hevur tarmkrabba.

Ert tú í aldrinum 50 og 74 ár, ert tú eisini í málbólkinum hjá einum fyribyrgjandi tiltaki í Danmark, sum í góðari tíð skal staðfesta møguligar tilburðir av krabba í tarminum.

 

Tær fimm regiónirnar í Danmark fara tey næstu árini at venda sær til øll í aldursbólkinum 50-74 ár, soleiðis at hesi við einum svar-brævbjálva kunnu senda inn eina ”skarnroynd” til kanningar.

 

Málið er at umgangast ein part av teimum deyðsføllum, sum tarmkrabbi á hvørjum ári hevur við sær.

 

Tað er upp til ein og hvønn, um viðkomandi vil luttaka í kanningini, men í Danmark verður vónað, at seks av hvørjum tíggju verða við.

 

Øll, sum eru í hesum aldursbólki, eru av sær sjálvum tilmeldaði kanningini, men samstundis er gjørt eitt skjal, har fólk kunnu tilmelda - ella frámelda - seg.

 

Á www.sundhed.dk, har meira er at lesa um hesa kanning, ber eisini til at frámelda ella útskjóta kanningina og tey, sum gera tað, áðrenn brævbjálvin verður sendur út, spara eisini heilsuverkinum tað, sum sendingin kostar.