Send okkum bestu grýlumyndirnar

Gert tú nógv burturúr á føstulávint, og eigur tú eina góða mynd av óhugnaligum, øðrvísi, kreativum ella stuttligum grýlum?

Føroyingar gera ofta nógv burturúr føstulávint, og fleiri av lesarunum hjá okkum hava óivað góðar myndir av sær sjálvum, børnunum ella øðrum sum óhugnaligar, øðrvísi, kreativar ella stuttligar grýlur. 

Eigur tú eina slíka mynd frá fyrr av, ella hevur tú ætlanir um at gera eyka nógv burturúr føstulávint í ár, ert tú vælkomin at senda okkum myndina/r á gryla(at)sosialurin.fo við frágreiðing um, hvør er á myndini, hvør hevur gjørt klæðini og smyrsl og hvat grýlan er.

Tey, sum eru á myndini mugu vita av, at myndin verður send okkum. 

Vit á redaktiónini á Sosialinum velja bestu myndirnar, sum koma við í blaðið Vikuskifti hjá Sosialinum í næstu viku.