Við 71 atkvøðum fyri og 26 ímóti hevur amerikanska Senatið staðfest Start-sáttmálan millum USA og Russland um, at londini skulu skerja sínar kjarnorkuløðingar ein triðing. Politiskir eygleiðarar í Washington siga, at samtyktin í Senatinum er ein uttanríkispolitiskur sigur fyri Barack Obama, forseta og hansara royndir at bøta um viðurskiftini millum USA og Russland.
Í 2002 samdust USA og Russland um, at londini skuldu ikki hava meiri enn 2.200 kjarnorkuløðingar í part. Tann nýggi sáttmálin ber í sær, at londini skulu ikki hava meiri enn 1.550 løðingar hvørt.
Nýggi sáttmálin sigur eisini, at USA og Russland kunnu hava eftirlit við kjarnorkugoymslunum hjá hvør øðrum.
Russiska tjóðartingið skal eisini staðfesta sáttmálan, men tað verður ikki nakar trupulleiki, skrivar Reuters.